Stýr
2R5A8322_Web_Banner_1.jpg

Virkisgrundarlag

Virkisgrundarlag

 

Virkisgrundarlag

Stýr Sp/f varð stovnað, tí tørvur var á nýggjum Dynamics NAV og BI veitara í Føroyum, sum av heilum huga savnar seg um hesi virkisøki.

Fyri okkum er tað avgerandi, at okkara veitingar skapa eitt veruligt virði fyri kundar okkara. Hetta er tann meginreglan, sum alt okkara virksemi byggir á. Hetta merkir m.a., 

  • at virði av eini veiting altíð skal vera væl hægri enn kostnaðurin 
  • at kundin sum skjótast skal merkja fyrimunir av veitingini 
  • at veitingin skal geva kundanum ítøkiligar batar, sum síggjast aftur í rakstrinum 

Kann ein uppgáva ikki loysast sambært hesi meginreglu, fara vit ikki undir hana.