Stýr

Størv

MS Dynamics NAV/365 mennari

Stýr stendur í vøkstri og tørvar ein dugnaligan mennara

Stýr veitir loysnir og tænastur, grundaðar á MS Dynamics NAV/365. Vit hava ment fleiri ískoytisloysnir til Dynamics NAV/365 standardskipanina og hava fleiri enn 100 kundar í Føroyum. Okkara ískoytisloysn Easy Collection hevur staðið Certified for Microsoft Dynamics góðkenningina og fyrstu loysnirnar eru seldar uttanlands, har málið er vøkstur næstu árini.


Vit bjóða tær

  • Møguleika at mennast og vaksa við uppgávunum

  • Ein fjølbroyttan arbeiðsdag

  • Hollar og hjálpssamar starvsfelagar

  • Eitt óformligt og vinaligt arbeiðsumhvørvi

  • Bestu staðseting í býnum

  • Kappingarføra løn og aðrar góðar treytir

Tú hevur

  • Royndir við forritan og menning av skipanum

  • Kunnleika til MS Dynamics NAV ella líknandi skipan

  • Áhuga fyri virkisloysnum (ERP)

  • Útbúgving innan KT-menning

  • Evnir og hug at seta teg inn í nýggja tøkni

  • Áhaldandi og miðvísur


Spurningar

Meiri fæst at vita um starvið við at venda sær til Snæbjørn Jacobsen, stjóra – telefon 551551, teldupost sbj@styr.fo.

Umsóknir

Umsókn við CV og prógvum verður at senda til sbj@styr.fo. Umsóknarfreistin er 30. apríl 2019.


Samband

Allan Dalsgarð