Stýr
2R5A8322_Web_Banner_2.jpg

Søgan

Søgan

 

Søgan

Stýr Sp/f varð stovnað í 2011 av Snæbjørn B. Jacobsen við Dynateam A/S sum medstovnara. Fyrstu árini var navnið á fyritøkuni Dynateam Sp/f.

Snæbjørn B. Jacobsen stóð á odda fyri NAV virkisøkinum hjá størsta veitaranum í Føroyum í mong ár. Frammanundan virkaði hann sum ráðgevi og verkætlanarleiðari innan sama øki í Danmark. Snæbjørn hevur útbúgving innan KT og altjóða handil (cand.merc.) frá Handilsháskúlanum í Aarhus.

Súni Slættanes byrjaði í Stýr Sp/f í 2012 og gjørdist tá partaeigari í fyritøkuni. Súni er ein av royndastu NAV ráðgevunum í Føroyum og hevur eisini arbeitt sum ráðgevi í Danmark í fleiri ár. Súni hevur útbúgving innan roknskap og fíggjarstýring frá Handilsháskúlanum í Aarhus og hevur eisini drúgvar royndir við ráðgeving innan leiðslukunning.

Á vári 2015 byrjaðu Rói Jacobsen og Otto Christiansen sum ráðgevar/mennarar hjá Stýr. Teir hava báðir útbúgving sum teldustøðingar og hava arbeitt sum Dynamics NAV ráðgevar 3-4 ár. Rói og Otto eru báðir partaeigarar í Stýr Sp/f.

Síðan byrjan hevur Dynateam A/S havt ein ognarlut í Stýr Sp/f á 20%. Fyrst í 2016 varð hesin ognarlutur keyptur av føroysku eigarunum, soleiðis at Stýr Sp/f nú er 100% á føroyskum hondum. 

Navnaskifti verður framt í februar 2017, soleiðis at felagið fær nýggjan grafiskan samleika og sítt núverandi navn: Stýr Sp/f.