Stýr er í støðugum vøkstri og hevur sett tríggjar dugnaligar serfrøðingar at taka sær av menning og kundaráðgeving. Vit bjóða Óla, Djóna og Pæturi væl komnar á liðið!


Styr_Folk_0K5A3188_Bakgrund.jpg

Óli í Búrstovu er settur í starv sum ráðgevi. Óli hevur drúgvar royndir frá Navision-verðini og hevur m.a. havt sjálvstøðugt bókhaldsvirki, arbeitt sum grannskoðari og NAV superbrúkari. Hann hevur enntá arbeitt hjá Navision Software í Vedbæk. Óli hevur fíggjarliga útbúgving umframt teldustøðisútbúgving.



Djoni_Stromsten.jpg

Djóni Strømsten hevur arbeitt sum Dynamics NAV mennari bæði í Føroyum og Danmark síðani 2012. Djóni er útbúgvin KT-verkfrøðingur.



Paetur_hjortur_skylindal.jpg

Pætur Hjørtur Skýlindal er byrjaður sum mennari. Pætur Hjørtur hevur lisið bachelor í KT verkfrøði á Setrinum og ger seg nú lidnan við endaligu ritgerðina.