Stýr

Nýtt

Stýr upp á tingini

Føroyska KT fyritøkan Dynateam, sum seinastu seks árini hevur veitt framkomnar Microsoft fíggjarstýringsloysnir til fleiri av fremstu fyritøkum í Føroyum, skiftir nú navn til Stýr. 

Alt, sum vit fáast við, hevur nakað við stýring at gera. Nýggja navnið sigur beint fram, hvat tað er vit gera og hvønn vinning fyritøkur fáa burturúr okkara tænastum.
— Snæbjørn B. Jacobsen, stjóri í Stýr

Microsoft NAV til føroyska marknaðin

Fremsta styrkin hjá Stýr, er samanrenningin av serkunnleika til Microsoft NAV og holla vitanin um tørvin hjá føroyskum fyritøkum. Stýr hevur tí ment fleiri ískoytisloysnir til Microsoft NAV, sum eru skraddaraseymaðar til føroysk viðurskifti, eitt nú til tolling og prískalkulatión, samskifti við bankar, Rokningadepil og FarPay og skjalagoymslu og -góðkenning.

Stýr var millum fyrstu fyritøkur í heiminum, sum bjóðaðu Dynamics NAV sum cloudloysn. Tí verður Stýr tikið fram av Microsoft sum fyrimynd fyri aðrar veitarar.

Sjey royndir ráðgevar taka sær av teimum higartil umleið 100 kundunum hjá Stýr.


Vilt tú eisini hava stýr upp á tingini?

Ring til okkum á telefon 551 550 

NýttAllan Dalsgarð