Screenshot 2019-03-31 at 4.32.53 PM.png

Stýr loysnin Easy Collection er vorðin góðkend av Microsoft og hevur fingið dygdarmerkið CfMD – Certified for Microsoft Dynamics.

CfMD er hægsta viðurkenning frá Microsoft fyri ískoytisloysnir til Dynamics NAV/365, sum eru mentar av partnarum.

Góðkenninginartilgongdin fevnir um eftirkannan av skjalfesting og kotu umframt stranga test hjá óvildigari, altjóða góðkenningarfyritøku. Harumframt skal váttast, at í minsta lagið 10 navngivnir kundar hava keypt og væleyðnað brúka loysnina.


CfMD.png

Í Føroyum hava umleið 40 kundar Easy Collection, sum virkar saman við FarPay og MínRokning. Saman við FarPay hava vit selt og verksett Easy Collection hjá fyrstu kundunum í Danmark og fleiri eru ávegis. Í arbeiðinum at fáa kundar og partnarar uttanlands er CfMD góðkenningin frá Microsoft ein avgerandi fyrimunur.


Samband