Stýr

Nýtt

Rói nýggjur rakstrarleiðari hjá Stýr

 

Stýr hevur síðani stovnan í 2011 havt eina støðuga tilgongd av kundum og starvsfólkum, soleiðis at vit í dag eru níggju starvsfólk at røkja fleiri enn 100 kundar. Hetta setir alsamt størri krøv til samskipan av verkætlanum, uppgávum og brúkarahjálp

Roi.jpg

Fyri at styrkja dagligu leiðsluna á Stýr, hevur Rói Jacobsen tikið við avbjóðingini sum rakstrarleiðari.

Rói er partur av Stýr á fimta ári og hevur tilsamans átta ára royndir við Microsoft Dynamics NAV/365 – bæði sum mennari, ráðgevi og verkætlanarleiðari.

Hetta er eitt týdningarmikið stig fyri at tryggja framhaldandi menning av Stýr til gagns fyri kundar okkara.

 
Allan Dalsgarð