KT mennari til Microsoft D365 Business Central

Stýr stendur í vøkstri og tørvar enn fleiri dugnaligar mennarar.

Vilt tú vera við í fremstu røð og menna bestu loysnirnar til føroyska vinnulívið? Vit hava ment fleiri ískoytisloysnir (apps), har Easy Collection er tann mest selda og er at finna á Microsoft AppSource.

Ljóðar hetta áhugavert vilja vit fegin hoyra frá tær.

Tú hevur

·         Royndir við menning í Microsoft umhvørvinum (VS code, MSSQL v.m.)

·         Útbúgving sum KT verkfrøðingur, teldustøðingur ella samsvarandi royndir

·         Kunnleika til Microsoft Dynamics 365 Business Central ella aðra skipan til fíggjarstýring

·         Kunnleika til web og app menning.

·         Áhuga fyri PowerBI, Power Automate, Power Apps, Microsoft Azure

·         Evnir og hug at seta teg inn í nýggja tøkni

·         Áhaldandi og miðvíst arbeiðslag

Vit bjóða tær

·         Møguleika at mennast og vaksa við uppgávunum

·         Ein fjølbroyttan arbeiðsdag

·         Hollar og hjálpssamar starvsfelagar

·         Eitt óformligt og vinaligt arbeiðsumhvørvi

·         Bestu staðseting í býnum

·         Kappingarføra løn og aðrar góðar treytir

Um Stýr

Stýr varð stovnað í 2011 og vit eru í dag 12 ráðgevar og mennarar. Vit hava veitt loysnir og tænastur til umleið 200 kundar í Føroyum umframt 30 kundar uttanlands.

Spurningar?

Meiri fæst at vita um starvið við at venda sær til Snæbjørn Jacobsen, stjóra – telefon 551551, teldupost sbj@styr.fo ella Róa Jacobsen, rakstrarleiðara – telefon 551554, teldupost rj@styr.fo.

Umsókn

Umsókn við CV og prógvum verður at senda til sbj@styr.fo. Umsóknarfreistin er 14. marts 2021.


Billede1.png


Billede2.png