Stýr

Nýtt

Ókeypis tiltak um NAV 2018 og leiðslukunning

Vit fáa vitjan av okkara gamla kenningi, Niels-Erik Hansen, sum eftir mong ár hjá Microsoft og síðani hjá QBS Group, nú er stjóri fyri Jet Reports í Norðurlondum. Jet Reports er leiðslukunningaramboðið, sum hevur verið tøkt í NAV síðani 2009 útgávuna og framvegis er tað mest brúkta. Niels-Erik fer við sínum breiða og djúpa innliti á økinum at greiða frá samanhanginum millum Dynamics NAV, Jet Reports og Power BI.

Súni Slættanes hevur framløgu um Dynamics NAV 2018, sum Microsoft slepti á marknaðin í síðsta mánaða. Gingið verður ígjøgnum allar nýggju hentleikarnar og møguligt verður at fáa atgongd til demo útgávu av NAV 2018, so tú kanst royna hana í friði og náðum eftir tiltakið.

Eisini verður slóðbrótandi goymsluloysnin, sum Stýr hevur ment, víst fram. Tað verður Tróndur Petursson, sum sjálvur hevur sniðgivið loysnina, ið leggur fram.

TÍÐ: Hósdagin 8. februar kl. 9.00 - 11.45
STAÐ: Kaffihúsið

SKRÁ:
09.00 Morgunmatur
09.15 Vælkomin - Snæbjørn Jacobsen
09.20 Jet Reports og Power BI – Niels-Erik Hansen
10.30 Frukt, juice, kaffi, te
10.45 Dynamics NAV 2018 – Súni Slættanes
11.15 Stýr Goymsluloysn – Tróndur Petursson
11.45 Liðugt 


Melda til ókeypis tiltakið her:

NýttAllan Dalsgarð