Stýr

Nýtt

Nýggjur ráðgevi við serkunnleika til goymslustýring

Tað legst alsamt til við nýggjum kundum og nýggjum uppgávum, so vit eru fegnir um at bjóða Tróndi Petursson vælkomnan á liðið.

F.v. Tróndur, Súni, Rói, Snæbjørn, Eli, Jákup og Otto

F.v. Tróndur, Súni, Rói, Snæbjørn, Eli, Jákup og Otto

Tróndur er útbúgvin logistikøkonomur frá Niels Brock í Keypmannahavn og hevur drúgvar royndir frá innkeyps- og goymslustýring umframt menning á hesum økjum. Reyði tráðurin í yrkisleiðini hevur verið Dynamics NAV, sum Tróndur hevur ognað sær breitt og djúpt innlit í.