Stýr

Nýtt

Posta betrar tænastuna og rationaliserar raksturin

Posta hevur betrað tænastuna og stytt munandi um avgreiðslutíðina fyri postsendingar, sum nú oftast eru klárar at útflýggja sama dag, sum tær koma til Posta.
— Joel undir Leitinum, stjóri á Posta. 


Posta hevur saman við Stýr ment eina tollingarskipan í Microsoft Dynamics NAV, har brúkarin nú kann gjøgnumføra alla tollavgreiðsluna í eini og somu skipan, nevniliga NAV. Microsoft Dynamics NAV skipanin hjá Posta er umvegis webservices knýtt at TAKS mainframe skipanini á Elektron. Hetta ger tað gjørligt hjá Posta tollingarstarvsfólki, beinleiðis í NAV, at stovna innkomnar postsendingar og tilhoyrandi tollingarlinjur online hjá TAKS. Brúkarin fær tá beinanvegin sjálvvirkandi svar frá TAKS skipanini við góðsnummari, tollrokningsnummari, útroknaðum upphæddum fyri mvg, tolli, avgjøldum v.m., so sendingin kann tollavgreiðast og klárgerast til útflýggjan. Tá ið tollrokningin verður goldin av móttakaranum, verður avroknað samstundis við TAKS sjálvvirkandi. 

Tað er Stýr, sum hevur staðið fyri leiðslu av hesi verkætlan og menning av NAV partinum, sum ivaleyst er hin mest framkomna NAV integratiónsloysnin í landinum. Gott samstarv er ein fortreyt fyri at gjøgnumføra tøkniliga avbjóðandi verkætlanir, har fleiri fyritøkur luttaka. Verkætlanin er framd í góðum og tøttum samstarvi millum Posta, Stýr, TAKS og Elektron.