Stýr
2R5A8322_Web_Banner_3.jpg

Leiga Dynamics NAV

 
 
 
 
ms-nav-mynd-styr.jpg

Ring
551 550
og fá serkøna vegleiðing

Microsoft Dynamics NAV
fyri 595 krónur um mánaðin

Leiga Microsoft Dynamics NAV frá STÝR og spar allar íløgur í ritbúnað, servarar og back up skipan. Slepp undan viðlíkahaldi og fá bíligari rakstur.

Screen Shot 2017-12-15 at 10.13.17.png
  • Fleiri ella færri brúkarar eftir tørvi
  • Klárt at taka í nýtslu innan ein tíma
  • Føroysk uppseting og útskriftir
  • Koyrir í Microsoft Cloud* 

 

*Vit veita eisini NAV loysnir til egna hýsing

Fíggjarstýring | Goymslustýring | Innkeypsstýring | Framleiðslustýring | Saksstýring | Smásøla | Nethandil | Skjalaváttan | Leiðslukunning


Kom skjótt í gongd

Tað er skjótt at koma í gongd við nýggju Dynamics NAV loysnini, tí Windows Azure er klárt við infrakervinum. Fyri at gera tað enn skjótari fyri okkara føroysku kundar, hevur Stýr klárgjørt eina føroyska uppseting av Dynamics NAV, sum er við í prísinum. Hendan uppseting inniheldur:

  • Kontuætlan
  • Mvg uppseting
  • Bókingarbólkar
  • Støðisfæ
  • Saksstýring
  • Tilboð á føroyskum
  • Faktura á føroyskum
  • Kreditnota á føroyskum
  • Kontoavrit á føroyskum

Tað vil siga, at fáar tímar eftir at tú hevur avgjørt at leiga Dynamics NAV frá Stýr, kanst tú logga teg á eina vælkoyrandi loysn við føroyskari uppseting. Tú kanst arbeiða í NAV umvegis Windows klientin, Web klientin, app til telefon og teldil ella SharePoint klientin.

Fyri ein royndan Navision brúkara ljóðar hetta kanska nýtt og øðrvísi. Tað er tað eisini, men í botn og grund er tað enn góða gamla Navision - bara betri og bíligari enn nakrantíð. 

Windows Azure er ein opin og smidligur cloud grundpallur, sum ger tað møguligt hjá eitt nú NAV brúkarum at koyra beinleiðis á hýsingini hjá Microsoft.

Always up. Always on.

Windows Azure veitir 99,95% mánaðarliga uppitíð (SLA), so nú sleppur tú undan at hugsa um keyp og viðlíkahald av servarum, back-up osfr., bara tí at tú skalt hava eina nýggja roknskaparskipan. Hetta orðnar Microsoft fyri teg og tænastan er íroknað mánaðarliga gjaldið fyri NAV brúkarar.

Microsoft Mega Data Center í Dublin

Microsoft hevur eitt net av hýsingar miðdeplum runt um í heiminum. Ein av hesum hýsingar miðdeplum er í Dublin og hetta er fyrsta Mega Data Center hjá Microsoft uttanfyri USA, gjørt til at røkja EMEA (Europa, Miðeystur og Afrika). Fyri okkum í Føroyum er staðsetingin heppin, tí okkara høvuðssamband við umheimin gongur suður gjøgnum Bretland og tryggjar einastandandi góðar og støðugar svartíðir frá Dublin.

 Microsoft Mega Data Center í Dublin varð bygt í 2009, er viðkað einaferð og onnur útbygging varð liðug í 2014. Samlaða víddin á hesum hýsingardepli er 54.255 fermetrar og kostnaðurin tilsamans 4,5 milliardir krónur. Trygdin er sjálvandi í hásæti.

Microsoft Mega Data Center í Dublin varð bygt í 2009, er viðkað einaferð og onnur útbygging varð liðug í 2014. Samlaða víddin á hesum hýsingardepli er 54.255 fermetrar og kostnaðurin tilsamans 4,5 milliardir krónur. Trygdin er sjálvandi í hásæti.