Stýr
2R5A8322_Web_Banner_6.jpg

Leiðslukunning

Leiðslukunning

 
 
 
 
jetreports.jpg

Leiðslukunning

Troyttur av at klippa og klistra data úr NAV til Excel? So skalt tú síggja, hvussu lætt tað kann gerast við Jet Reports. Stýr er fremst í Føroyum við Jet Reports. Vit vóru fyrstir at bjóða hesa loysn og hava millum størstu fyritøkur í landinum sum kundar á hesum øki.

Við leiðslukunning skilja vit tað, sum ofta verður nevnt Business Intelligence ella BI. Okkara veitingar á hesum virkisøki eru grundaðar á vanliga Microsoft tøkni, sum MS-SQL dátugrunnin, Excel og Jet Reports.

Jet Reports er eitt nýbrot fyri allar leiðarar, sum taka avgerðir við støði í roknskaparupplýsingum úr Microsoft Dynamics NAV. Talan er veruliga um eitt nýbrot av tveimum grundum: 

  • Amboðið byggir á Excel og er skjótt og lætt at arbeiða við 
  • Prísurin er so lágur, at allir NAV kundar kunnu verða við 

Jet Reports lesur úr NAV talvunum og leggur upplýsingarnar í Microsoft Excel. Jet Reports er eitt plug-in til Excel og alt arbeiðið verður gjørt í vælkenda Excel. Tá ið tú hevur gjørt eina rapport, kanst tú altíð dagføra hana við nýggjastu tølum úr NAV við at trýsta á dagfør knøttin (Refresh ella Opdater).

Jet Reports fæst í trimum útgávum: Express, Essentials og Enterprise. Jet Reports Express fæst ókeypis til Microsoft Dynamics NAV frá útgávu 2009.