Stýr

Easy Capture

Fá skjalagoymsluna talgilt inn í Microsoft Business Central 365

Les meira ➤

Stýr ískoytisloysn

Easy Capture

Við hesari loysnini er møguligt, at fáa skjalagoymsluna talgilt inn í Microsoft Business Central 365 (áður nevnt Microsoft Dynamics NAV). Her er tað lætt at finna skjalagoymsluna fram aftur og er hetta við til at tryggja besta skjalaflowið.

Easy Capture byggir víðari uppá standard workflow í Business Central 365. Loysnin innlesur inngangandi rokningar í eina mappu, óansæð um tær eru talgildar ella í PDF, og verða síðan konteraði og send til góðkenningar. Óansæð staðseting, kann brúkarin góðkenna skjølini, av tí at Business Central 365 koyrir í Cloud.

Fyrimunir

  • Góðkenning av skjølum (keyp, søla, sak o.s.fr.)

  • Talgilda skjalagoymslu

  • “Betri” umsiting av góðkenning

  • “Betri” gjaldføri

  • Yvirlit av skjølum, ið eru send til góðkenning og skulu góðkennast

  • Vørur verða stovnaðar sjálvvirkandi*

Við Easy Caoture effektiviserast mannagongdir innanhýsis og umsitingarligar útreiðslur minka.

Jú færri inntøppingar eru, jú færri møguligir feilir uppstanda. Er Business Central 365 frammanundan ein partur av fyritøkuni, er upplæringin til Easy Capture minimal.

*Møguleiki er at stovna vørur sjálvvirkandi við ‘víðkaða Easy Capture’


Samband