Stýr
2R5A8322_Web_Banner_3.jpg

Dynamics NAV

Dynamics NAV

 
 
 
 

Dynamics NAV

Við Dynamics NAV fylgir ein app, so tú kanst arbeiða í NAV við snildtelefonini. Hetta er serliga hent hjá fólki, sum skal kunna brúka NAV allastaðni. Til dømis 

  • Handverkarar, sum frá arbeiðsstaðnum kunnu skráseta tímanýtsluna beinleiðis í vikuseðilin í NAV. 
  • Sølufólk, sum kunnu stovna ordrar beinleiðis í NAV meðan teir eru á kundavitjan. 
  • Innkeyparar, sum fáa tikið støðu til keypsfakturar beinleiðis frá telefonini. 
  • Leiðslan, sum kann fylgja við gongdini í virkinum, beinleiðis frá telefonini. 

Tann í Føroyum so vælkenda loysnin Microsoft Dynamics NAV (Navision) kom í nýggjari útgávu á heysti 2012. Hendan útgávan kallast Microsoft Dynamics NAV 2013 og er størsta tøkniliga nýskapan í loysnini síðani farið var frá DOS til Windows miðskeiðis í nítiárunum.


Umframt nýggja windows klientin, tann sokallaði Role Tailored Client (RTC), sum kom við NAV 2009, fekk NAV 2013 tveir heilt nýggjar klientar: Ein web klient og ein SharePoint klient. Og við NAV 2016 er altso eisini ein app til telefonina.

Web klienturin er ein lættari útgáva, sum ger tað møguligt hjá brúkaranum at arbeiða í NAV umvegis internetið. Hetta kann t.d. vera hent fyri brúkarar, sum skulu skráseta tímanýtslu ella sølufólk, sum skráseta ordrar, meðan teir eru hjá kundum sínum.

SharePoint klienturin letur brúkaran fáa atgongd til upplýsingar frá NAV beinleiðis úr SharePoint. Hetta er ein stórur fyrimunur fyri fyritøkur, sum hava valt at nýta SharePoint sum savnandi grundvøll til allar upplýsingar og skipanir.

Eisini handilsliga eru broytingar við NAV 2013. Umframt brúkaran sum hevur óavmarkaði rættindi til alla skipanina, sum nú nevnist Full User, er ein bíligari brúkari sum nevnist Limited User. Hesin er roknaður til starvsfólk, sum bert hava avmarkaðan tørv til at nýta NAV og tískil ikki skulu rinda fult fyri brúkararættindini.