Stýr

Bankasamskifti

Innles og útles dáta frá Business Central til netbankan. Skipanin umfatar innlesing av víðkaðum kontoavritsfílur frá netbankanum til Business Central.

Les meira ➤

stýr Ískoytisloysn

Bankasamskifti

Bankasamskifti er ein skipan, ið ger tað møguligt at innlesa og útlesa dáta frá Business Central til netbankan. Skipanin umfatar innlesing av víðkaðum kontoavritsfílur frá netbankanum til Business Central, herundir: inngjøld, útgjøld og ymisk ómaksgjøld frá bankanum. Harumframt er ein útlesing frá útgjaldskladduni, har øll gjøld til veitarar vera avgreidd, ið síðan verður innlisin í netbankan av gjaldsfílu frá Business Central til netbankan (hópflytingar).

Við Bankasamskifti effektiviserast innanhýsis mannagongdir, og umsitingarligar útreiðslur minka. Færri inntøppingar minka um vandan fyri feilum og umsitingin verður einfaldari. Er NAV frammanundan ein partur av fyritøkuni, er upplæringartíðin minimal og starvsfólk tykkara læra skjótt at meistra loysnina.

Fyrimunir:

  • Sparir tíð

  • Lættir um arbeiðsgongdir

  • Færri feilir

  • Sjálvirkin útlíknan


Samband